Tíðindaskriv
Upplýsingar um føroysk virkir verða í dag innsavnað av ymsum stovnum og privatum fyritøkum, sum eftir førimuni hava skipanir, sum nøkta teirra tørv. Eingin ella lítil samskipan er av hesi innsavnan, og trupult er at samskifta og endurnýta somu upplýsingar millum stovnar.
Ynski er um at betra innsavnanina, dagføring og nýtsluna av teim upplýsingum, sum viðvíkja einstøku virkjunum og sum tað almenna og ávísir privatar stovnar hava tørv á.
Endamálið við hesi BitStovuni er at semjast um ein arbeiðsleist í samband við at menna eina felags virkisskrá, sum allir áhugabólkar kunnu brúka eftir tørvi.
Fyri at koma hesum máli nærri er neyðugt at viðgera avbjóðingarnar og útvega boð uppá hvussu vit koma á mál.
Á BitStovuni verða kveikjandi fyrilestrar um støðuna í Føroyum og um hvussu mann hevur loyst uppgávuna í Norra. Aftaná verður arbeitt í BitStovum. Hvør BitStova arbeiðir við sínum evni og kemur við einari gerðarætlan (Roadmap) fyri sítt evni. Dagurin endar við framløgum frá BitStovunum, niðurstøðu og kjaki.
Málbólkurin eru teir stovnar og tey virkir, sum kunnu hugsast at lata upplýsingar til og/ella at verða brúkarar av einari komandi Felags Virkisskrá. Luttakararnir verða serliga innboðin.
BitStovan verður mánadagin 7. juni 2004 á Hotell Føroyum. Meira kann lesast um BitStovuna á www.bitland.fo.










