– Gleðiligan “Bitcoin 100.000 $” dag, øll somul!
Hetta skrivar bitcoin-milliarderurin, Niklas Nikolajsen, nú seinnapartin í dag.
Tað skrivar hann í sambandi við, at virðið á talgilda gjaldoyranum bitcoin í nátt fór upp um 100.000 dollarar fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Niklas Nikolajsen er langabbasonur stórkeypmannin og reiðaran í Klaksvík, J. F. Kjølbro, og býr í dag í Sveis, har hann í mong ár hevur rikið sína krypto-fyritøku, Bitcoin Suisse.
Hálvføroyski ríkmaðurin keypti sína fyrstu Bitcoin í 2010, tá tær kostaðu undir ein dollara stykki, og hann hevur síðan tá áhaldandi sagt, at virðið á Bitcoin fer at blíva enn størri.
Í dag skrivar hann soleiðis á Facebook:
– Eg fari at spara tykkum fyri viðmerkingum sum “eg segði tað jú!”. Eg havi sagt tað aftur og aftur alment fleiri ferðir. Men í staðin fara eg og familja mín at ynskja øðrum Bitcoin-eigarum og entusiastum stórt tillukku!
– Til øll onnur, nei - tað er ikki ov seint at keypa eitt sindur av Bitcoin. Eg fari, uttan skomm, at spáa um, at vit innan 5 ella 6 ár fara at seta enn eitt null aftanfyri dollaraprísin av Bitcoin, sigur hann.
Altso vísandi til, at hann roknar við, at ein Bitcoin fer at kosta eina millión dollarar.
– Til øll tykkum, sum ikki vilja eiga nakað í Bitcoin, so er tað eisini heilt í lagi. Men sjálvt um tú einki eigur yvirhøvur, fert tú at varnast nógvar positivar avleiðingar av góðu gongdini hjá Bitcoin. Tað kann eg garantera, sigur Niklas Nikolajsen.
GG: Hendan greinin skal ikki síggjast sum fíggjarlig ráðgeving. Minst til, at tað eru nógvar ymsar meiningar um bitcoin og kryptogjaldoyru, og virðið kann í prinsippinum fara niður í lítið og onki – so um tit umhugsa at gera íløgur, gerið tykkara egna research væl, áðrenn tit keypa nakað.
Les samrøðu við Niklas Nikolajsen frá 2020 HER.
Les samrøðu við Niklas Nikolajsen frá 2021 HER.
LES EISINI: Hugin er vónríkur um Bitcoin: – Hetta er enn bara byrjanin
LES EISINI: Søguligt: Ein Bitcoin er nú verd 100.000 dollarar