Tað gongur einki serligt beint nú við talgilda gjaldoyranum Bitcoin. Virðið á einari Bitcoin er minkað sera nógv seinastu dagarnar, og dagurin í dag er einki undantak.
Ein Bitcoin hevur í dag virði á 145.000 krónur. Hetta er væl minni enn fyri bara einari viku síðani, tá virðið lá um 217.000 krónur. Og fara vit enn longur aftur til november 2021, tá var virðið góðar 486.000 krónur.
Bitcoin er sostatt nú á sínum lægsta kursi, síðan síðst í 2020, tá tað veruliga byrjaði at ganga væl hjá kryptogjaldoyranum.
Tað er ikki bara Bitcoin, sum hevur ringt at fóta sær beint nú, tí flest øll kryptogjaldoyru eru minkað í virði seinastu tíðina.
Her sæst eitt yvirlit av, hvussu Bitcoin-kursurin hevur ment seg síðan 2017:
##med2##