Hvussu biskupur kann fella ein so lemjandi og avgjørdan dóm yvir fakfeløgini, undar meg og helst fleiri fakfelagsbossar við.
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, gav bispi av grovfílini í røðuni, hann helt á 1. mai dagshaldinum á Vaglinum í dag.
Súni Selfoss sipar til nakað, bispur hevur sagt í útvarpinum jólaaftan, har hann helt, at vit tosa bara um trupuleikar, sum eru inni í okkum sjálvum og ikki um samfelagsligar trupulleikar, sum vit fyrr hava gjørt.
– Hugsa bara um fakfeløgini, hattar við solidaritetinum, fólk verða koyrd á arbeiðsplássum í dag, alt hattar er ein stór kreppa og eg spyrji, hvar eru fakfeløgini, hvar er solidariteturin hjá fakfeløgunum, endurgevur Súni Selfoss, bisp fyri at hava sagt,
Hann er ikki til, skal hann hava lagt afturat.
– Hvussu biskupur kann fella ein so lemjandi og avgjørdan dóm yvir fakfeløgini, undrar meg og helst fleiri fakfelagsbossar við, sigur Súni Selfoss.
– Hvussu hann er komin fram til, at fakfeløgini ikki sýna solidaritet, og ikki eru limunum til hjálpar, tá ið teir missa arbeiði, er mær ein gáta.
Fakfelagsformaðurin sigur, at tað krevur eitt ávíst innlit í málsviðgerðina hjá fakfeløgunum, og honum vitandi, hevur bispur ikki kannað uppsagnarmál hjá Starvsmannafelagnum, ella nøkrum øðrum fakfelag.
– Og lat meg sláa fast við tíggjutummaseymi, at bispur fer grúiliga skeivur, segði Súni Selfoss.
Hann sigur, at starvsfólkamál – og ikki minst uppsagnarmál – hava allar fremstu raðfesting í Starvsmannafelagnum, og tað er tað sama hjá øllum øðrum fakfeløgum, hann kennir til.
– Ein stórur partur av starvsfólkaorkuni hjá einum fakfelag fer júst til at ansa eftir, at limirnir ikki vera fyri órætti og óheimilaðum uppsagnum. Uppsøgnum sleppa vit ikki undan. Men vit steðga uppsagnum, tá ið grundarlagið er skeivt, gjørdi Súni Selfoss greitt.
– Aðrar tíðir tryggja vit, at limirnir fáa tey rættindi, sum lóg og sáttmáli geva teimum og dugir arbeiðsgevarin ikki at síggja mun ímillum rætt og skeivt, fara málini til umboðsmannin ella dómsvaldið, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum.
– Tá ið arbeiðsgevarin hevur handað eina uppsøgn, eru tað vit í fakfeløgunum, sum møta hesum menniskja andlit til andlits. Tað er svárt, tí ein uppsøgn er ofta ein persónlig lívskreppa.
– Eg fari við hesum staðiliga at vísa aftur, at fakfeløg ikki eru til hjálpar og eru ósolidarisk, tá ið okkara limir missa arbeiði, segði hann.
– At tæna limunum í uppsagnarmálum er líka sjálvsagt fyri okkum sum fakfelagsfólk, sum tað er at prestur møtur upp í kirkjuni til guðstænastuna hvønn sunnumorgun.
– Tað er ein stór avbjóðing. Ein stór ábyrgd, og eitt arbeiði, sum fakfelagsfólk hvønn dag seta heiður og æru í at gera so væl sum yvirhøvur tilber.
– Og lat ongan iva vera um hetta: Solidariteturin er sjálvur grundvøllurin, sum fakfeløgini standa á, og solidariteturin er altíð fyrst og fremst hjá okkara limum, sum vit, sum feløg, eru sett at tæna, segði Súni Selfoss.











