Kirkjumálaráðið hevur í dag útskrivað bispaval í Føroyum Nýggjur bispur skal finnast eftir Hans Jacob Joensen, sum eftir egnum ynski gevst síðst í novembur. Valevnini skulu øll vera tilnevnd og góðtikin við undirskrift frá minst hálvthundrað fólkum við atkvøðurætti. Atkvøðutilfarið verður sent heim til hús teirra, ið hava valrætt. Sjálv bispavígslan fer fram í dómkirkjuni í Havn sunnudagin 25. novembur 2007.07.16