Biskupur 30 ára starvsdag

Í dag eru 30 ár liðin síðani at Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, byrjaði sína starvsleið innan Fólkakirkjuna. Tað skrivar Fólkakirkjan á síni heimasíðu í dag.


Tað var sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði, at biskupur byrjaði í sinum fyrsta embæti 2. februar 1986, aftaná at hann varð prestvígdur í Havnar kirkju 19.januar 1986 av Eivindi Vilhelm, biskupi.


Jógvan Fríðriksson virkaði í Norðoya eystara prestagjaldi í seks ár, áðrenn hann tók við embætinum sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi við bústaði Innan Glyvur 1. mars 1992.


Har virkaði Jógvan Fríðriksson sum sóknarprestur næstu fimtan árini til hann, 1. desember 2007, tók við embætinum sum Biskupur Føroya.


Tá Fólkakirkjan um sama mundi varð yvirtikin sum føroyskt sermál, er Jógvan Fríðriksson harvið fyrsti biskupur í sjálvstøðugu føroysku fólkakirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á síni heimasíðu.