Birta ljós í myrkari tíð

Móttøkan er hjartalig, tá juniorar koma á gátt við eini jóladekoratión.

Í fleiri ár hava juniorarnir í Missiónshúsinum á Strondum gjørt jóladekoratiónir, sum tey bera gomlum og fólki, sum hava mist ein kæran.

 

- Tey ungu vera altíð væl móttikin, tá tey banka á dyrnar við eini dekoratión og ynskjum um eini góð jól.

 

Tað veit Sjóvar kommuna at siga í dag.