Ingi Højsted í Birmingham fær nú ein nýggjan liðfelaga. Venjarin hjá Birmingham, Steve Bruce, hevur seinastu tíðina leitað eftir leikarum, ið kunnu styrkja liðið, og nú hevur felagið gjørt sáttmála við 32-ára gamla áleyparan Chris Sutton.
Sáttmálin er bert galdandi komandi hálva árið, og so skulu partarnir taka støðuna til samráðingar. Sutton hevur samráðst við fleiri onnur Premier League feløg, men hann valdi so at enda Birmingham.
Birmingham liggur á næstaftasta plássi í Premier League og hevur tørv á øllum góðum kreftum at lyfta liðið úr vandanum fyri niðurflyting.