Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona

Annan dagin á rað hava føroyskir svimjarar sett føroyskt met

Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish Open í mars mánaða var 1:06.19, og harvið hava føroyingarnir til nú sett 2 føroysk met í 2 kappingum. 

Í morgin er tað so Pál Joensen sum skal royna seg, í innleiðandi 800 metra frísvimjing til at royna at koma í finalu mikukvøldið. Mikumorgun skal Bartal Hestoy royna seg í 200 blandað og Birita Debes í 50 rygg, og síðani hava tey frí hósdagin áðrenn Poula, Pál og Bartal aftur skulu royna seg eftir fylgjandi skrá

Fríggjadag 2. august
Poula Ø. Mohr 50 firvald

Leygardag 3. august
Pál Joensen 1500 frí

Sunnudag 4. august
Bartal Hestoy 400 blandað

Um Pál klárar í finaluna í 1500 frí, leygardagin, so er hon sunnukvøldið 5. august. Til ber at fylgja við HM í svimjing á Eurosport, umframt øðrum rásum sum t.d. svenska SVT2 og norska NRK2. Hartil hevur altjóða svimjisambandið FINA nógv gott tilfar og leinki á www.fina.org, og HM í Barcelona sína egnu heimasíðu á www.bcn2013.com. Sí eisini www.svimjing.com og www.ssf.fo, ið skriva mest um føroyingarnar.