Birgur og lívsknáur útiseti farin um hálvfjers

Alroyndur kosmopolittur

Sunnudagin 3. december fylti   vælkendi útisetin og  tvørá--maðurin, Bjarki Olsen  70 ár. Foreldrini vóru mentaði fólk, og Bjarki vak upp í musiskt-intel-lektu-ellum umhvørvi. Mamman, Olga var av Tvøroyri, men hevði norskar røtur. Pápin,  Jákup var ætt-að-ur úr Sandavági, men kom sum heilt ungur lærari at arbeiða við Tvøroyrar skúla, har hann fekk  sítt lívsyrki  í væl meira enn ein mansaldur.
Bert 16 ára gamal fór Bjarki úr sínum tryggu barna-korum við restini av kon-firmatiónspengunum og heilt feskum realprógvi sum viðføri  til Noregs, og haðani á cyklu víðari til Danmarkar, har hann ætl-aði sær útbúgving. Hann kom  næstan alt fyri eitt  í læru sum radiomekanikari í Kjøpinhavn.  Tað var  dreym-ur hansara at gerast radio-teknikari, - hetta eydnaðist, og hann hevur trivist óføra væl í Kjøpinhavn síðani.
Hann arbeiddi á heims-kendu verksmiðjuni Radio-meter, sum enn ligg-ur í Em-drup í útnyrð-ings-part-in-um av Kjøpinhavn. Hann speci-aliseraði seg í røntgen-tól-um og fekk sær so holla eftir-út-búgv-ing, bæði í Dan-mark og útlondum, at hann í 1966 fekk prógv sum verkfrøðingur.
Kunnleiki hansara í rønt-gen-teknikki og   aðrari elektr-ón-iskari hospitals-projektering  førdi við sær,  at hann fekk ein stóran part av verðini sum arbeiðspláss. Hann hevur arbeitt  nógv í teimum arabisku londunum, í Amerika og ikki minst í Týsklandi, Italien  og Svøríki. Eitt stutt skifti arbeiddi hann á Loran-støðini á Eiði.
Bjarki gjørdist brátt  habil-ur heimsborgari, men  globala basan bleiv við at vera Kjøpinhavn, har hann hevði  sítt býli,  konu og børn. Hann hevði eftir tátíð-ar-mátistokki stóra inntøku og gjørdist  heilt skjótt múgv-andi maður.
Tað er tó vandi í hvørjari vælferð. Síðst í 1970´unum fekk Bjarki álvarsama sjúku, sum hann ófatuliga heroiskt hevur stríðst við síðani. Tað intensiva og krevjandi rønt-g-en-arbeiðið kann vera or-søk til, at Bjarki fekk sítt heilsu-brek, men í hansara lívs--káta lyndi er ikki pláss fyri beiskleika, og tí hevur hann heldur ikki gramt seg um  sína hørðu  lagnu. Hann er ikki typ-an, sum fellir í fátt.
Í staðin fyri hevur hann við síni ótrúligu mentalu av-lopsmegi rationelt ana-lyserað og diagnosticerað sína medicinsku  støðu og  roynt allar hugsandi og prakt-iskt ótraditi-onellar  leið-ir, bæði tekniskt-kirurg-iskt, radio-logiskt   og kemiskt  til at finna sær heilsubót. Hann er so vælkendur í danska lækna---heiminum, at hann er uppá fornavn við nógvar av Dan-markar  allarkønastu dugna-monnum  innan bæði kirurgi, radiologi  og medicin.
Hann hevur ligið á einum ótali av donsk-um sjúkrahúsum, Ríkis-hosp-ital-inum, Frederiksberg hosp-it-ali, Hillerød amtssjúkrahúsi, Glostrup amtssjúkrahúsi fyri bert at nevna nøkur, og allastaðni er hann persónliga væl við yvirlæknarnar, sum fagna honum sum  stinnum stríðsmanni og  óvanliga stálsettum sjúklingi.  Hann hugtekur læknarnar við sín-um seiga  treiskni og stríðs-huga. Teir hava viðgjørt Bjarka í so nógv ár, at teir næstan sleppa honum uppí sjálva planleggingina av tí aktuella  kurinum, og teir eru so ovfarnir av hansara analytisku tilgongd til  við-gerðina, at teir beinleiðis  ráðføra seg við Bjarka um kompliceraði teknisk snildi í sjálvari operatiónini.
Hvussu ofta Bjarki til-samans hevur verið á opera-tiónsborðinum, veit eg ikki, men tað eru meira enn  sjey  ár síðani, at hann fortaldi, at hann, umframt aðra viðgerð,  hevði verið undir skurði 17  ferðir, og hann hevur verið innlagdur ótaldar  ferðir,  síðani tá.
Annars fekk Bjarki sína debut sum hospitalspatientur longu sum hálvvaksin smá-drongur, tá ið hann kom at liggja á  sjúkrahúsinum í Havn í  heilar átta mánaðir, tí hann var farin í pettir, av eini hættisligari  sleðuskreiðing móti einum bili  í eini bratt-ari Tvøroyrarbrekku. Kanska er tað haðani, hann hevur fingið sína mentalu styrki til seinni hospitals-avbjóðingar. 
Leikum fagurt á foldum…         
Tey  lívskor, sum Bjarki hevur fingið at berjast við, høvdu fingið tey allarflestu til at missa mótið og tað sociala áræðið.  Men soleiðis er ikki við Bjarka - tvørturímóti. Hann hevur, líka síðani sjúk-an noyddi hann burtur av ar-beiðs-marknaðinum, lut-tikið sum andilig kempa í alskyns soci-alum aktivitetum, bæði donskum og føroyskum. T.d. hev-ur hann  avrikað stórt ar-beiði í meinigheitsráðnum  við Brønshøj kirkju, har hann hevur verið limur í nógv ár. Hann hevur verið eitt av teim-um allarhollastu álitis-fólk-unum í Føroyahúsinum (í køkinum, við diskin ella við dyrnar), har hann hevur hjálpt til við alskyns høvi. Hann hevur eisini ofta staðið fyri musikalskum undirhaldi  - hann er jú rutineraður  pian-istur.
Hann hevur verið fastur fúsur í Neystinum, har hann enntá, hóast sítt heilsu-brek, róði kapp við eini oldboys-manning.  Seinni hevur hann luttikið dúgliga í  felagsskapinum Bátsmanningini, sum heldur til í Nordhavn. Eina tíð, síðst í 90´unum   kýtti hann seg sum cyklistur, t.d. cyklaði hann fleiri ferðir líka úr Brønshøj og suður til Ishøj, har Neystið liggur. ( Hetta er eitt roysni,   sjálvt hjá heilt  frískum manni..)
Vertsskapsmaður og skemt-ari  er Bjarki burturav – tá ið til ber, er hann at síggja í flestu føroysku feløgum, og hann er oftast  millum teir síðstu skemtararnar, sum fara til hús.  Hann spælir,  hann syngur og skemtar til síðsta mann. Honum dámar eisini væl at ferðast, ikki minst til  europeiskar stórbýir, og hann veit eina ótrúliga rúgvu av kultursøgu úr flestu europe-isku metropolum.
Føroyingafelag skipaði síðst í 90´unum fyri eini ferð til Berlin – har var Bjarki millum teir fremstu, sum minutiøst granskaðu tann dynamiska  týska høvuðs-staðin. Á Potsdamer Platz, sum tá enn var eitt risastórt  byggipláss, var Bjarki ovast uppi í einum av teimum fyri-bils sýnistornunum og setti føroyskan trumf á við at fáa sær  turran  fisk og spik høgt omanfyri tað centrala Berlin.
Í tí elegantu salonini  í Grand hotel á Friedrichs-strasse setti hann seg bein-an-vegin við flyglið at undir-halda, og varð sera væl fagnaður.
Òførur frásøgumaður er Bjarki eisini. Tað gav at bíta, tá ið hann í Føroyahúsinum  stutt eftir nýggjár í 2001 greiddi frá sínum turbulenta og spennandi lívi. Fólk roknaðu við einum fyrilestri uppá smá  trý korter –  men  tá ið  meira enn tríggir tímar vóru farnir, sótu vit enn sum undir lestri, og eingin vildi heim. Hann endaði kvøldið við  eminentum klaverspælið. Slíkt er lívskunstur!.   
Tað var m.a. tá, hann for-taldi um tann sjáldsama hugnaliga býin Freiburg, har hann búði og arbeiddi í fleiri um-førum. Honum dámdi stakvæl býin og gloymdi aldri hesa kulturperlu við Rínánna. Viðhvørt át hann eksklusivan døgurða fronsku megin Rhinen í býnum Colmar, men annars fekk hann sær  ta andiligu føðina  týsku megin ánna í sjálvum Freiburg. Henda býin hevur hann ofta vitjað seinni av nostalgiskum grundum sum vitalur globetrottari. At ferðast er at liva,  helt H.C.Andersen fyri og Bjarki vil liva, ikki bara yvirliva; tí ferðast hann so dúgliga.
Líka síðani hann sum bara   trett-an ára gamal  spældi swing, jitterbug og jazz (við serligari dispensatión frá Elgerdu Jac-obsen í skúl-anum) til dansin í Tvøroyrar klubba,  og til hann nú spælir skikkiligar jólasálmar í Føroya-húsinum, so hevur Bjarki altíð verið tann al-fúsi entertainarin og tann passioneraði veitslu-maðurin. Eingin kann belæra Bjarka um lívskvalitet.
Hann hevur ríkað tað soci-ala lívið hjá útisetum, og vit hava øll lært ótrúliga nógv av honum. Tvøroyrar bygd kann vera errin av at hava fostrað slíkan úrmæling.  Bjarki  dugir nógv  betri enn tey allarflestu at liva eft-ir devisuni: Leikum fagurt á foldum – eingin treður dans-in undir moldum!
Hjartaliga tillukku!
 
Virgar T. Dalsgaard