Vørumessan 2003
- Firmaið Marknaðarføring, sum skipar fyri Vørumessuni, er faktiskt ein familjufyritøka, sigur Birgir Poulsen, tá ið vit spyrja hann, hvør hjálpir honum at fyrireika og skipa fyri tí stóra tiltaki, sum ein slík sølustevna er.
Hann sigur, at tað er hann sjálvur, konan, Lis, teirra trý børn og tveir versynir, sum standa fyri meginpartinum av tí praktiska, nú sætta Vørumessan í røðini fer av bakkastokki fríggjamorgunin.
Eitt spæl?
Spurdur, um hetta ikki er eitt stórt tak, sigur stigtakarin:
- Jú, hetta er eitt stórt tiltak, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss, men vit eru fleiri um at taka hesi tøkini. Vit ganga øll við lív og sál upp í, at alt er komið uppá pláss, tá ið messan letur upp.
Birgir sigur, at fyrireikingarnar soleiðis eru meira eitt spæl
enn ein byrða.
- Vit hava Dekostovuna, sum tekur sær av básaskipanini, og onkur framsýnari keypir sær eisini serstaka hjálp til sín bás.
Hann sigur, at tá ið øll familjan er í gongd og hjálpir til, er ikki neyðugt við nakrari serligari hjálp aftrat.
- Í gongini verður móttøkubásurin, sum verður mannaður við trimum fólkum, tá ið messan er opin. Aftrat hesum verða trý fólk í høllini at vera framsýnarunum til hjálpar. Øll hesum taka vit okkum av sjálvi, sigur Birgir.
Starvast hjá Merko
Dagliga arbeiði hjá honum er á Merko, har hann virkar sum stjóri og samskipari. Skrivstovan er í ovaru hæddini í bygninginum á Toftum, har handilin hjá Pidda er.
- Eg taki mær serliga av tilboðunum, sum handlarnir kring landið hava og í ein ávisan mun av innkeypi. Annars keypa handlarnir allar tær dagligu vørurnar sjálvir.
Birgir sigur, at Merko er ein føroysk fyritøka ella handilsketa, sum 9 miðalstórir handlar eiga.
- Vit handla nógv við føroyskar heilsølur, sum í nógvum førum eru kappingarførar. Ein av útlendsku leverandørunum, sum Merko eisini keypir nógvar vørur frá, er Edeka í Danmark.
Útboð og kappingarføri
Birgir Poulsen sigur, at útboðið verður størri og kappingarføri betur, tá ið keypt verður inn í felagsskapi.
- Samstarvið ger, at vit kunnu keypa inn á nøkulunda sama støði, sum teir stóru handlarnir í Føroyum, sigur hann.