Birgir fær dreymastarv

Komandi ár verður ein føroyingur rektari á Nordisk Journalistcenter, NJC. Birgir Kruse skiftir starvið sum kunningarstjóri í Norðurlandahúsinum út við eitt dreymastarv í einum tí elsta norðurlendska stovninum, sum heldur til í Århus

Í húsinum hjá føroyingafelagnum í Århus hongur ein lepi. Birgir Kruse, best kendur fyri sína djúpu og mentaðu útvarpsrødd, sóknast eftir einari íbúð frá komandi ári.
Orsøkin er, at hann eftir øllum at døma verður rektari á Nordisk Journalistcenter, sum hevur skrivstovu í Århus. Starvið verður ikki sett endaliga fyrr enn 4. desember, men Birgir Kruse er einmælt innstillaður av stýrinum fyri NJC. 14 umsøkjarar vóru til starvið, men alt bendir sostatt á, at 46 ára gamli føroyingurin fær tað.
? Eg kann vátta, at stýrið fyri NJC einmælt hevur víst á meg, men eg noyðist samstundis at leggja dent á, at tað er mentanarnevndin undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum tekur endaligu avgerðina, sigur Birgir Kruse.
Hann viðgongur kortini, at hann er farin at gleða seg, og uppslagið í Áarstovu vitnar um, at hann eisini er farin at fyrireika seg.
? Hetta er eitt dreymastarv og ein stór uppgáva, sum eg gleði meg til. Eg havi alt mítt lív fingist við undirvísing og journalistikk. Havi eisini altíð havt serligan áhuga fyri tí norðurlendska, so tað verður ikki nógv betri, sigur Birgir Kruse, sum í løtuni starvast sum kunningarleiðari hjá Norðurlandahúsinum í Havn.
Birgir Kruse er útbúgvin lærarari og hevur harafturat tikið PD á Pedagogisk Universitetinum í Keypmannahavn um samskifti og miðlar.

Norðurlendskur kjarni
Nordisk Journalistcenter er millum teir elstu av 30 stovnum undir Norðurlandaráðnum. Í roynd og veru er stovnurin javngamal við Birgir Kruse, sum er føddur í 1957.
? Grundsjónarmiðið er, at journalistar í Norðurlondum eru tann størsti einsháttaði bólkurin av mentanararbeiðarum. Uppgávan hjá NJC er tí at tryggja, at tað altíð eru journalistar, sum eru serkønir í norðurlendskum viðurskiftum. At tað altíð er ein kjarni, sum viðger tað, sum er frammi í Norðurlendskum høpi, sigur Birgir Kruse.
Virksemið savnast um 11 skeiðsvikur, har átta teirra eru samanhangandi. Talan er um eina eftirútbúgving, sum best kann lýsast sum eitt grundskeið í dagførdum norðurlendskum viðurskiftum. Føroyingar hava luttikið sum fyrilestrarhaldarar, og seinast røddi Jóannes Eidesgaard um føroysk viðurskifti. Harafturat eru skeið í einstøkum norðurlendskum evnum yvir eina og tvær vikur.
Birgir Kruse hevði óivað ein fyrimun fram um aðrar umsøkjarar. Hann hevur sjálvur fingið norðurlendsku journalistvirðislønina, sum verður latin av Nordbok. Virðislønina fekk hann fyri eina røð av útvarpssendingum, har hann yvir trý ár viðgjørdi norðurlendskar bókmentir, og tí er hann sjálvur eitt dømi um mentanarberan, sum samansjóvar Norðurlond.

Nógvar visjónir
Sjálvur hevur Birgir ongantíð verið á adressuni hjá NJC í Århus, men hann hevur longu gjørt sær onkrar tankar um, hvat hann ætlar sær. Eitt mál er at geva føroyingum og grønlendingum betri atgongd til stovnin.
? Á staðnum er bæði útbúgving og studentagarður, og skeiðið kostar 18.000 krónur við øllum. Tey stóru londini fáa alt rindað, og ein uppgáva verður at ávirka viðkomandi myndugleikar soleiðis, at Føroyar og Grønland fáa somu rættindi. Eg vil gera tað møguligt hjá føroyingum at koma á skeiðini, tí áhugin er stórur. Tað vísir seg, at tess minni eitt land er, tess størri er norðurlendski áhugin, sigur Birgir Kruse.
Grønlendingar hava eina journalistiska útbúgving, men í Føroyum er einki. NJC hevur áður skipað fyri skeiðum í Føroyum, og tað er eisini ætlanin frameftir. Við at geva føroyingum møguleika at taka lut í journalistisku eftirútbúgvingini vónar Birgir Kruse, at okkurt verður sett í gongd.
? Journalistisk útbúgving er ikki til í Føroyum, og tað er eitt øgiliga stórt trot á eftirútbúgving. Kanska fær NJC hjálpt til at skumpa undir at fáa eina rættiliga føroyska journalistútbúgving, tí tørvurin er stórur, sigur Birgir Kruse.
Í aðrar mátar fer NJC eisini at vera merkt av, at ein føroyingur kemur at standa við stýrisvølin.
? Í sambandi við tað næsta Prix Føroyar kundi eg hugsað mær at fokusera serliga upp á tónleik og journalistikk við støði í føroyskum tónleiki, sigur Birgir Kruse, sum eisini vísir á, at áhugin fyri viðurskiftum í útnorði er stórur.

Útnorður og free-lance
Annars umboðar hann øll Norðurlond, og tí ræður eisini at fylgja við í, hvat rørir seg í norðurlendska samstarvinum og at skipa fyri skeiðum, sum upplýsa journalistar í teimum viðurskiftunum.
Síðstu árini hevur útnorður havt stóran áhuga, og tað sampakkar eisini væl við eina visjón hjá Birgir Kruse. Hann hevur skotið upp at seta á stovn eina norðuratlantiska tíðindastovu, tí mangan eru upplýsingarnar bæði tilvildarligar og skeivar, sum koma úr økinum, tí journalistarnir kenna ikki umstøðurnar.
Sjálvur hevur Birgir Kruse arbeitt sum free-lance journalistur í 25 ár, og tað fer helst eisini at síggjast aftur í virkseminum.
? Eg kundi hugsað mær at skipa fyri einari free-lance stevnu. Rættindini hjá free-lancarum eru ikki serliga væl umsitin. Teir hava einki fakfelag og eitt nú upphavsrættindini hjá free-lancarum eru ógvuliga tilvildarliga viðfarin, sigur Birgir Kruse.
Birgir Kruse loysir Stein-Ove Grønsund av sum rektara fyri Nordisk journalistcenter tann 1. februar 2004. Um ráðharraráðið vil.

*******
FAKTA
Navn: Birgir Kruse
Aldur: 46 ár
Útbúgving: Lærari og pedagogiskt diplom
Størv: Free-lance journalist, lærari, kunningarleiðari,
mentanarredaktør á Sosialinum o.m.a.
Annað: Nordisk Journalistpris frá Nordbok í 1998