Í døgunum frá 11. til 17. mai heldur kendi danski listamálarin og fakbókarithøvundurin Birger Møller skeið í málningalist í Kongaøtu 7 í Havn
Listaskeið
Í døgunum frá 11. til 17. mai heldur kendi danski listamálarin og fakbókarithøvundurin Birger Møller skeið í málningalist í Kongaøtu 7 í Havn.
Talan er um tvey skeið, skeið 1 og skeið 2. Skeið 1 (fyri byrjaðar) er frá 11.-13. mai, og skeið 2 (fyri víðarikomin) er frá 14.-17. mai.
Birger er útbúgvin á grafisku deildini á skúlanum fyri brúkslist og á kunstakademiinum í Warzawa. Hann hevur útgivið fakbøkurnar: Acrylmaleri. Gyldendal 1990, Gyldendals lærebog i maleteknikker. Gyldendal 2001 og Malebogen. Gyldendal 2006.
Birger Møller hevur seinastu 20 árini undirvíst í málningalist á ymiskum listaskúlum og seinastu 17 árini fast við Århus Kunstakademi. Birger Møller hevur í fleiri umførum verið í Føroyum og hildið skeið.
Áhugaði kunnu tekna seg hjá Randi Gunnarsdóttir á tel. 266575.