Biohøllir fáa eftirlitstól

Nordisk Film hevur sett heili 220 videotól upp í sínum kykmyndahøllum. Hesi tól skulu hava eftirlit við teimum mongu gestunum, sum hvørja viku hyggja eftir filmi í Danmark Sambært menningarleiðaranum hjá Nordisk Film, Stig Jørgensen, verða tólini sett upp, so at fólk kenna tað trygt at fara í biograf.

- Fyri okkum merkir videoeftirlit tryggleiki. Vit royna at forða fyri, at nakar ger seg inn á okkara gestir, sigur hann við Ritzau.

Videotólini verða ikki sett upp í í sjálvum salinum, har filmirnir verða sýndir, men alla aðrastaðni í biohøllunum.