Bioøkonomi á breddan í Norðurlondum

Norðurlendska ráðharraráðið fyri fiskivinnu, aling, landbrúk, skógbrúk og mati samtykti á ráðharrafundi hin 29. juni 2013 at gera lívfeingisbúskap, eisini kallað bioøkonomi, til tað stóra innsatssøkið komandi árini.

Lívfeingisbúskapur gongur í stuttum út uppá at granska gagnnýtsluna av tilfeinginum og finna leiðir til at nýta livandi tilfeingi betur og til fulnar.

- Hetta er ein avbera stórur møguleiki fyri Føroyar, sigur Ásmundur Guðjónsson, ráðgevi í Fiskimálaráðnum, sum umboðaði Føroyar á ráðharrafundinum.

- Okkara samfelagsbúskapur byggir í stóran mun á livandi tilfeingi í sjónum, og tí er norðurlendski innsatsurin rættiliga beinrakin til okkara tørv fyri menning og nýskapan, sigur Ásmundur Guðjónsson sambært heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

- Hann leggur afturat, at Ísland hevur sett lívfeingisbúskap sum lyklaorðið í formansskapinum í 2014, og roknast kann við, at ráðharraráðið setur upp til 30 milliónir av til innsatsin næstu 3 árini.

Fundurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum var hildin í Åre í Svøríki. Næsti fundur verður í Selfossi í Íslandi um eitt ár.