- Rás2 fær fleiri og fleiri lurtarar, og seinasta hálva árið hava vit fingið fleiri áheitanir um at skipa fyri onkrum eydnuspæli fyri lurtarunum. Vit síggja tað hvønnd ag, tá vit hava kappingar, at áhugin fyri kappingunum er sera stórur – upp í 2.000 SMS eru móttikin í einstøkum førum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
- Tað hevur eisini víst seg, at vit ta seinastu tíðina hava fingið nógvar eldri lurtarar, og hesi eru ofta sera áhugað í spølum av hesum slag. Vit hava verið hjá øðrum líknandi útvarpsstøðum í Norðanlondum og kanna, hvussu tey gera. Og tað vísir seg, at eydnuspøl eru nakað, sum lurtararnir vilja hava, sigur Jonhard Hammer.
Akkurát hvat fyri slag av spæli talan verður um, vil Jonhard Hammer ikki avdúka enn, men hann vísir bara til slagorðið hjá Rásini um, at »Tað eru vit, sum gera tað stuttligt at búgva í Føroyum«. Og so lovar stjórin á Rás2 annars, at nýggja spælið verður bæði spennandi og undirhaldandi og við sera, sera, sera góðum og spennandi vinningum.
- So fólk hava onga orsøk at stúra fyri myrku tíðini í vetur, tí sunnukvøldini verða í øllum førum stuttlig, sigur Jonhard Hammer.









