Danska reiðaríið Mærsk leitar nú eftir teimum meiri enn 500 bingjunum, sum bingjuskipið Svendborg Mærsk misti í havið í Biscayavíkini í síðstu viku.
Tað var av ringasta veðri, tá óhappið hendi. Vindferðin var um 60 metrar um sekundið, og aldan var 10 metrar høg. Manningin heldur, at skipið legði seg eini 40 stig, tá bingjurnar fóru í havið.
Tær flestu bingjurnar vóru tómar, og roknað verður við, at tær eru farnar til botns. Tað er so mikið djúpt, har óhappið hendi, at tað loysir seg ikki at bjarga bingjunum.
Svendborg Mærsk var á veg til Colombo í Sri Lanka, tá tær 520 bingjurnar fóru í havið.