Bindklubbabókin 7 komin

Fólkaskúlanæmingar geva út.

So er aftur ein Bindiklubbabók komin á handilshillarnar.

Hendan er nummar 7.

Bókin er serstøk á mangan hátt. Patrvís er hon forvitnislig fyri mong, tí her er lesnaður um til dømis ítriv og trolarbeiði, umframt ferðafrásagnir, prát og bindi- og matuppskriftir.

Hinvegin er bókin eisini áhugaverd, tí hetta er bók, sum næmingar í skúlanum í Hvalba nú fyri 7. ferð standa fyri og geva út. Hetta verður gjørt sum liður í innsavnan til námsferð.

Umframt, at bókin kanska gevur eitt íkast til námsferðina, so siga teir 18 næmingarnir í 7. og 8. flokki í skúlanum í Hvalba, at tað hevur verið sera læruríkt at skriva Bindiklubbabókina.