Bindir við einari hond

Tá hondin ikki vil meira, so má annað roynast. 90 ára gamla Annie bindur við einari hond.

Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, plagar fólk at taka til, og orðatakið sømir seg væl til 90 ára gomlu Annie.

 

Fyri tveimum árum síðani misti hon førleikan í aðrari hondini, og tí lá illa fyri at halda á at binda. Tó so, fysioterapeuturin Hugin visti um ráð. Hann gav Annie hugskotið at binda við einari hond og saman við Súsonnu, sum arbeiðir á Boðanesheiminum, lærdi Annie seg so at binda við einari hond.

 

Soleiðis kann hon halda á at gleða bæði ommu og langommubørn við góðum, heitum ullvørum.

 

Á facebookvanganum hjá dóttrini, sæst eitt lítið filmsbrot av Annie, meðan hon bindur. Trýst her, fyri at síggja filmsbrotið.