SAMFELAG - Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot, at givið "Í menniskjum góður tokki" skúlatroyggjur at lata til nýggju skúlabørnini, hvørs foreldur ikki hava ráð til slíkt?
Hesa hugsan fekk Sanna Nolsøe Djurhuus um vikuskiftið, og gjørdi ikki mætari enn at leggja hann fyri mongu vinir sínar á sosialu miðlunum. Og tað var skjótt at hon sá, at hon ikki stóð einsamøll við hesum hugskotinum.
Á profili sínum skrivar Sanna, at hon fekk hetta hugskotið ein dagin, hon sat við Facebook-síðuni hjá "Í menniskjum góður tokki".
- Eg hugsaði, at tað er jú vanligt hjá føroyskum børnum at fáa eina nýbundna troyggju tann dagin tey fara í skúla á fyrsta sinni. Men tað eru fleiri foreldur, ið ikki hava ráð til eina slíka, skrivaði hon.
Hon vísti í hesum sambandi á, at føroyingar hava verið óførir at geva børnum í til dømis Rumenia nýggjar troyggjur og onnur bundin pløgg. Tí kundi hetta - at binda føroyskum 1. floksnæmingum sína skúlatroyggju - verið eitt gott hugskot.
Tað gekk ikki long tíð, frá tí at hon kom við hugskotinum, fyrrenn kvinnur kring oyggjarnar boðaðu frá sínum stuðli.
Onkur segði seg fegin vilja bæði binda ella lata tógv til onkra mammu, ið vildi sleppa at binda barni sínum egna skúlatroyggju, meðan onkur onnur kvinna bjóðaði seg fram at binda við hesum orðum: - Hatta eri eg við uppá, serliga tá man elskar at binda og ikki veit hvat man skal binda.
Sum skilst eru fleiri kvinnur longu byrjaðar at binda, so óhugsandi er ikki, at tað at enda verða eitt stórt tal av troyggjum frá ónevndum gevarum, ið verða at síggja, tá skúlaárið byrjar aftur um ein góðan mánað.
Annlis Bjarkhamar, samskipari í felagsskapinum og Sanna Nolsøe Djurhuus fara nú at tosa saman um, hvussu ein best samskipar hetta góða hugskotið.










