ÚTLAND
Fartekst
Leitingin eftir bin Laden varð í gjár darvað av tí ringa kavaveðrinum, sum hevur verið nógvastaðni í Afghanistan teir báðar seinastu dagarnar, men kortini hildu hermenn hjá Eystursamgonguni fram við leitingini í Tora Bora. Samstundis leita amerikanskir og bretskir hermenn nærri pakistanska markinum.
Amerikanarar viðganga, at teir vita ikki, hvar bin Laden er, men fleiri hermenn hjá Al-Qaeda, sum nú sita fangar, skulu hava greitt frá, at leiðari teirra framvegis er í fjøllunum har eysturi í Afghanistan.
Mánadagin segði talsmaðurin hjá amerikanska verjumálaráðnum Pentagon, at USA hevur ongar álítandi upplýsingar um, hvar bin Laden er, og nú sigur Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharri, at bin Laden kanska er deyður.
? Tað er als ikki óhugsandi, at hann liggur deyður í onkrari av holunum í Tora Bora, sigur Paul Wolfowitz.
Men tað halda leiðararnir hjá afghansku Eystursamgonguni ikki.
? Er Osama bin Laden har, høvdu menninir hjá Al-Qaeda hildið fram við bardaganum. Teir valdu at geva seg yvir, og tí er tað óhugsandi, at hann er har, sigur leiðarin í Eystursamgonguni, Mohammed Aman Khiari.