Kavaveðrið setti síni spor um vikuskiftið. Kanska í meira lagi, tí á vegnum var trupult hjá nøkrum at fáa bilin at gera eftir boðunum frá føraranum.
Tí vóru fleiri ferðsluóhapp um um vikuskiftið, og í flestu førum kann orsøkin vísast beinleiðis til hálkuna og kavan.
Tvey óhapp vóru í Klaksvík um vikuksiftið.
Bilurin vildi
tað øðrvísi
Annað teirra var í Nólsoyar Páls Gøtu. Ein bilur var á veg inneftir, inn móti sneiðingini við Norðoya Sparikassa.
Ætlanin hjá bilføraranum var at fylgja vegnum, men bilurin hevði aðrar ætlanir.
Í staðin helt hann beina kós yvir í hina breytina, men ólukkutíð, ein annar bilur koyrdi har, og tað endaði við, at bilarnir báðir brustu saman.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at tað var heppið, at einki fólk var til gongu har um vegir, tí so høvdu tey nokk fingið skaða.
Bilarnir fingu báðir stóran skaða. Annar bilførarin kláraði so dánt at flyta bilin av vegnum, og seinni var hann fluttur burtur av øðrum akfari.
Hin bilurin hevði fingið størri snudd og tí varð hann fluttur av staðnum við kranabili.
Sá ikki fyri kavanum
Hitt ferðsluóhappið í Klaksvík var við Sjúkrahúsið.
Ein bilur, sum skuldi inn á vegin við Sjúkrahúsið koyrdi út fyri ein annan, sum var á veg út eftir, skilja vit.
Løgreglan í Klaksvík greiðir frá, at bilførarin, sum snaraði út á vegin hevur sagt, at hann ikki var varugur við hin bilin.
? Tað var kavarok, og tað er ikki óhugsandi, at tað hevur tikið sýnið frá honum, greiðir vakthavandi frá.
Hóast bilarnir rendu beint saman, var skaðin hesaferð ikki so stórur, tí teir kláraðu at taka ferðina eitt sindur av bilinum, áðrenn tað brast.