Bilur gleið fyri buss og fórst illa

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í hálkuni í Havn, har ein persónbilur fór skeivur á vegnum og gleið fyri ein buss, men tíbetur hendi eingin persónsskaði.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hóast kavi nú hevur ligið í nakrar dagar, hevur ferðslan sum heild gingið væl.

 

Fyrrapartin í gjár hendi tó eitt ferðsluóhapp í J.C. Svabosgøtu í Havn.

 

Tað var ein bilur, sum gleið á vegnum og rendi frontalt í ein buss hjá Bussleiðini. Hendingin fór fram vestan fyri Landssjúkrahúsið.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her var eingin persónsskaði, men persónbilurin fekk stóran materiellan skaða.

 

- Tað var hált, og bilførarin á persónbilinum misti tamarhaldið og gleið fyri bussin. Persónbilurin endaði í skeivari síðu á vegnum.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at tíbetur hendi eingin pesónsskaði í ferðsluóhappinum í gjár.