Bilurin fekk stóran skaða

Tríggir bilar vóru uppi í ferðsluóhappi við Streymin hóskvøldið. Tvær eldri kvinnur vórðu fluttar á Landssjúkrahúsið

 

Hóskvøldið nakað fyri klokkan sjey hendi álvarsligur samanstoytur við Streymin.

Tríggir bilar vóru við í óhappinum, og tvær kvinnur, sum vóru í eina bilinum, vóru fluttar á Landssjúkrahús við smærri snuddum.

Tær báðar kvinnurnar, sum eru um seksti ára aldur, vóru í bili sum var á veg suðureftir.

Bilurin hjá teimum gleið í nógv hálkuni og kom yvir í mótkoyrandi breytina. Fyrst koyrdi bilurin inn í bilverjuna, og síðani rendi hann inn í mótkoyrandi bil.


Hálkan var orsøk

Ein triði bilur, sum eisini var á veg suðureftir, varð eisini raktur.

Bilurin, sum tær báðar kvinnurnar vóru í, fekk stóran skaða, meðan hinir báðir bilarnir fingu minni skaða.

Løgreglan í Havn sigur, at tað var sera hált hóskvøldið, og at tað var hálkan, sum var orsøkin til óhappið við Streymin.