Bilurin endaði á takinum

Fyri eini løtu síðani fór ein bilur út av í Skálabotni. Løgreglan sigur, at bilurin er endaður á takinum, men at talan kortini bara er um smávegis mannaskaða. Sjúkrabilur er á staðnum og løgreglan er eisini í ferð við at gera tær neyðugu kanningarnar.

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men fyribils verður mett, at førarin er tikin á bóli í hálkuni.

 

Og tað er hált í morgun. Landsverk boðar stutt og greitt, at tað er væntandi, at tað er hált í støðum um alt landið, so tað er at vísa varsemi.