Eitt ferðsluóhapp hendi í morgun á vegastrekkinum við Krambatanga.
Ein vørubilur við tveimum fólkum í kom koyrandi norðureftir, tá bilførarin misti tamarhaldi í hálkuni. Bilurin fór oman av vegnum og rullaði nakrar ferðir runt, áðrenn hann steðgaði í bønum.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at fólkini í bilinum vóru skelkað. Tey vórðu flutt á sjúkrahúsið, men har var staðfest, at tey høvdu ikki fingið nakað mein.
Annars verður upplýst, at ein bilførari í dag er tikin fyri at koyra við kenning, og at ein annar bilførari í gjár varð tikin fyri sama brot.