Løgreglan fekk stutt eftir klokkan 17 í dag eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Jónas Broncks gøtu í Havn. Talan var um ein bil, ið hevði rent á tvær gentur, ið gingu yvirum vegin.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at ferðsluóhappið hendi, tá ein bilur, ið koyrdi oman eftir Jónas Broncks gøtu, rendi á tvær gentur uttanfyri Kiosk Active. Tær báðar genturnar og bilførarin blivu flutt á sjúkrahúsið.
- Tær hava fingið okkurt mein, men einki lívshóttandi. Støðan var verri hjá honum, men hvussu ring hon er vita vit ikki í løtuni, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Løgreglan veit enn ikki hvat orsøkin er til óhappið.