Bilur rendi í bilverjuna á Sundi

Bilurin fór illa, men fólkaskaði var eingin

 

Seinnapartin í gjár klokkan 15:10 fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði rent í bilverjuna á Kaldbaksvegnum Sundi.

Tað var bara ein bilur í óhappinum, og hann fór so illa, at hann fekk ikki koyrt av staðnum. 

Vaktleiðarin sigur, at boðað er ikki frá fólkaskaða, men sjúkrabilur, løgregla og sløkkilið komu á staðið.

Tveir aðrir bilar fingu eisini skaða av lutum, sum komu frá bilinum, sum rendi í bilverjuna.

Bilurin, sum fekk so mikið stóran skaða, at hann ikki kundi koyra, varð fluttur av staðnum, og fólkini í bilinum vórðu eisini kannað á staðnum.