Mikudagin kundi stjórin í Almannaverkinum, Eyðun Mohr Hansen, í samrøðu við Rás 2 fortelja, at 21 ára gamli viðingurin, Emil Bjarnaskor, sum fyri hálvumtriðja ári síðani fekk ein blóðpropp í heilan, nú fór at fáa ein bil.
– Mær er fortalt, at bilurin er keyptur og klárur hjá Emil at brúka. Hetta er ein serútgjørdur bilur, sum tað kann vera trupult at fáa fatur í, men hann er nú komin, segði stjórin í Almannaverkinum.
Bæði Emil og familja hansara fegnast um, at bilurin er komin, men mamman, Sunniva Bjarnaskor Simonsen, ger samstundis vart við, at hetta ikki er tann loysnin, tey hava biðið um og sum tey halda, at Emil í veruleikanum hevur brúk fyri og rætt til.
– Nei, tað er stovnurin, sum Emil ikki enn er fluttur inní, sum eigur henda bilin, og so skal Emil bara hava fyrstarætt til at brúka hann. Men hetta er ikki ein bilur til Emil, sum er tað, vit hava søkt um og fingið avslag uppá, sigur hon.
– Tað avslagið hava vit kært, tí Emil má sjálvur hava bilin, um hann skal fáa tað frælsi, hann fegin vil hava. So fyri tað um hesin bilurin er komin, er hetta ikki liðugt og avgreitt enn.









