Bilar við søgu kunnu vera dýrir, og soleiðis er við hesum bilinum.
Tað snýr seg um ein Austin Princess 1956, ið fyrst var líkbilur. Men seinni keypti John Lennon bilin. Hetta var í 1971, og bilurin er við í dokumentarfilminum Imagine.
Lennon var ikki nøgdur við bilin, og bilurin bleiv umbygdur, so a t.d. flúgvarasetur komu í bilin.
Bilurin er settur í stand, - er renoveraður. Talan er um 4 litur motor og 125 hestakreftir.
Bilurin er til sølu á aktiónhúsinum Barret Jackson, men hann hevur verið til sølu áður, men nøktandi boð kom ikki, so ein skal helst djúpt í lummarnar, um vón skal vera fyri at ogna sær søguliga bilin.