Bilur hjá Elvis Presley til Danmarkar

Ein Lincoln Continental cabriolet hjá Elvis er nú partur av Memphis Mansion í Randers.

Ikki øll vita tað, men í Danmark er eitt stórt Elvis savn, ella museum.

 

 

Hetta er í Randers og kallast Memphis Mansion.

 

 

Og savnið hevur nú fingið ein “lut” afturat savninum, ið er á 4 hjólum, og sum rættiliga er søguligur, og sum eisini tekur pláss, og lættliga stjelur myndina, um tikið verður til.

 

 

Talan er um ein bil hjá Elvis Presley. Og sum altíð, tá talan er um bilar hjá rock konginum, so er ikki bert talan um bil, men um ein stóran og flottan bil.

 

 

Talan er um ein 5,5 metrar langan Lincoln Continental cabriolet.

 

 

Mangir av bilunum hjá Elvis hava eina serstaka søgu. Júst hesin hevur kanska ikki eina so serstaka søgu, men talan er tó um ein av mongu bilunum, ið Elvis gav burtur. Fyrst gav Elvis pápa sínum henda reyða Lincoln, og síðani fekk gospelsangarin og barndómsvinurin J.D. Sumner henda bilin, sum nú er heimahoyrandi í Danmark.