Bilur funnin á sjónum í Oyndarfirði

Løgregla, bjargingarlið og kavarar eru á veg á staðið

Fyri løtu síðani varð boðað frá, at ein bilur er funnin á sjónum í Oyndafirði.

 

Bæði løgreglan, bjargingarlið og kavarar eru á veg á staðið at kanna málið.

 

Í nakrar dagar hevur verið leitað eftir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen úr Havn. Løgrelan váttar, at ein bilur er funnin á sjónum í Oyndafirði, men leggur afurat, at einki er staðfest um, hvat tað er fyri bilur, sum er funnin.