Bilur fór út av Fjarðarvegnum

Eitt sindur yvir klokkan seks var eitt ferðsluóhapp millum Skálafjørð og Skipanes

Løgreglan fekk klokkan 18.16 fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp millum Skipanes og Skálafjørð. Talan var um ein bil, ið var farin út av Fjarðarvegnum.


- Talan er um eitt soloóhapp. Bilførarin var komin ov langt út í vegjaðaran og fór út av, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.


Sjúkrabilur og løgreglubilur vóru skjót á staðnum og hóast bilførarin tyktist at koma snikkaleysur frá óhappinum, bleiv hann fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, ið siðvenja er, tá fólk eru í einum ferðsluóhappi.