Bilur fór út av


 

Tíðliga sunnumorgunin fór ein bilur út av vegnum við Áirnar. Bilurin var á veg norðureftir.

Løgreglan í Havn sigur, at rúsdrekka var ikki upp í málinum. Heldur var tað bilførarin, sum var so linur, at hann var burtur eina løtu, meðan hann koyrdi.

Fýra fólk vóru í bilinum, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið við smærri snuddum. Tann eini persónurin varð liggjandi ein dag, tí hann hevði fingið hart slag í høvdið undir óhappinum.