Maðurin hevði koyrt út á skráningin á atløguplássinum á Skansabryggjuni og endaði í sjónum. Maðurin slapp úr bilinum, áðrenn hann fór til botns og svam til lands. Fólk vóru skjótt á staðnum og hjálptu manninum uppá turt.
Maðurin, sum er 48 ára gamal, varð fluttur á sjúkrahús fyri at fáa hitan aftur, og hann hevði tað gott eftir umstøðunum, upplýsir løgreglan.
Løgreglan staðfestir, at eingi bremsuspor eru eftir bilinum, tá hann er farin útav. Óvist er, hvør orsøkin til tað er.
Sløkkiliðið kom síðani á staðið og fekk bilin uppaftur av botninum.










