Tríggir bilar blivu stolnir ymsastaðni í Havn hetta vikuskiftið. Í øllum førunum stóðu teir ólæstir og lyklarnir lógu í bilinum. Fyrsti bilurin varð funnin liggjandi á takinum uppi við Ternubúðina leygarmorgunin. Hann hoyrdi heima í Varðabú. Mánamorgunin hava gerningsmenn stolið tveir bilar. Tann fyrri heimahoyrandi í Ovarugøtu, og funnin á Sundsvegnum um fimmtíðina, har hann var rendur á ein stein og hevði brotið aksilin. Um hálvgum sekstíðina funnu fólk ein bil, sum var farin útav á Flatarvegnum. Í øllum førunum var førarin rýmdur. Í sambandi við tann fyrsta stuldurin eru onkur spor at ganga eftir.










