Í sambandi við at savna tilfar til føroysku bilasøguna hevur Manni Høgnesen í Klaksvík gjørt eitt megnar arbeiði, við at fáa til vega hópin av myndum av bilum, við serligum atliti til hýruvognar og bilstøðir í Klaksvík. Tilfarið sum hevur staðið í Norðlýsinum, nú í fleiri ár, er sera áhugavert, og er ein heil bilasøga úr Norðoyggjum, sum gott kundi verði givin út í bók.