##med2##
Seinnapartin vitjaðu Tóri Nattestad og Magnus Madsen frá fyritøkuni Bilreins sendingina VBS á FM1 seinnapartin, har Petur Zachariassen gjørdi eina samrøðu við teir báðar um virksemið hjá Bilreins.
- Vit hava verið í Onglandi og tikið skeið innan bilreinsing. Hetta hevur givið okkum royndir og førleikar til at røkja arbeiði okkara á bestan hátt, greiða Tóri og Magnus frá á heimasíðuni hjá Bilreins, ið sæst HER
Tóri og Magnus halda avgjørt, at tað er brúk fyri einari fyritøku sum kann vaska bilar fyri tey mongu sum ikki fáa gerandisdagin at ganga upp, og tí hava brúk fyri, at onkur annar tekur sær av tí.