Bilnýggjheit og opið hús

Í sambandi við at nýggi Nissan Ariya verður presenteraður hjá Auto Service, verður opið hús hósdagin 14. juli, har fólk fáa høvi at síggja og royna bilin.

Talan er um tann eina bilin, sum kemur við Norrönu mikudagin. Opið hús er allan hósdagin, frá kl 8 um morgunin til bilurin fer umborð á Norrönu hóskvøldið.

 

Ariya er nýggjasti elbilurin hjá Nissan, sum leingi hevur verið bíðað eftir - hann er nakað størri enn Nissan Qashqai.

 

Bilurin hevur flott design í nýggjasta stílinum hjá Nissan og er sera væl gjørdur. Hetta merkist við at seta seg inn í bilin, har kvaliteturin merkist í kabinuni, har nógv er gjørt burturúr at alt skal vera smart og ergonomiskt rætt. Bilurin er sera væl útgjørdur við allari elektroniskari útgerð.

 

##med2##

 

Sum í flest øllum elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur góðar og stabilar koyrieginleikar.

 

Bilurin fæst við hesum variantum: 63 kWh við 214 hk, 87 kWh við  238 hk og e-4ORCE 87 kWh við 301 hk. Hesin er 4x4 og kann draga ein viðfestisvogn upp til 1.500 kg.

 

Tær ymisku útgávurnar koyra frá 400 til 500 km við eini løðing.

 

##med3##

 

Aryia er útgjørdur við “e-Pedal”, har tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta spitara- pedalin til at regulera ferðina við.

 

Í Onglandi er Nissan Ariya kosin Auto Express Car of the Year 2022.

 

##med4##

 

Bíligasti Ariya kostar 440.000 við mvg afturbering.

 

Frá Auto Service verður sagt, at stórur eftirspurningur er eftir bilinum, sum kann bíleggjast nú.

 

##med5##

 

##med6##