Fyrst ringdu vit til 26 ára gamla Heina. Hann lærdi hjá Sp/f Eyðbjørn Hansen í Havn.
Hví vildi tú verða bilmekanikari?
Eg havi áhuga fyri bilum.
Er tað sum tú hevði vænta?
Ja, nøkulunda.
Hevur tú prøva at arbeitt á einum verkstaði áðrenn tú fór í læru?
Ja, á klárgerðingarverkstaði í Danmark.
Og hvat er heimsins lekrasti bilur?
BMV
Síðani tosaðu vit við 22 ára gamla Sonna. Hann er enn í læru og er hjá ENM-Bilsmiðjuni í Leirvík.
Hvat er tað besta við at vera bilmekanikari?
Mær dámar tað væl.
Hvat er tað ringasta við at vera bilmekanikari?
Tá fólk grenja og standa uppyvir tá ið eg arbeiði.
Hví vildi tú vera bilmekanikari?
Eg havi altíð dámt tað væl, síðan eg var 14 ð 15 ára gamal.
Er tað so sum tú hevði vænta?
Ja, tað er tað.
Hevur tú prøva at arbeitt á einum bilverkstaði áðrenn tú fór í læru?
Ja, á einum bilverkstaði í Fuglafirði í 1 1/2 ár.
Hvat er heimsins lekrasti bilur?
Porche 911.
Hví?
Mær dámar hann ógvuliga væl. Kanska tí at eingin er í Føroyum.
Seinast tosaðu vit við 24 ára gamla Vagnur. Hann lærir hjá P/f Meinhardt Arge í Havn.
Nær er tað best at vera bilmekanikari?
Tá ið alt gongur sum tað skal.
Nær er tað minni gott at vera bilmekanikari?
Tá ið man ikki hevur nóg nógvar kundar og kundarnir klaga.
Hví vildi tú verða bilmekanikari?
Tí mær dámar væl at pilla við, skrúva sundur og seta saman aftur.
Er tað sum tú hevði vænta?
Kanska ikki akkurát.
Hví?
Tí at tað er ikki so mekaniskt longur, nú er tað meira elektriskt.
Hevur tú prøva at arbeitt á einum verkstaðið áðrenn tú fór í læru?
Ikki nakað serligt.
Hvør er heimsins lekrasti bilur?
Hommer.
Hví?
Tí tað er ein bilur sum kann alt og kann koyra á øllum støðum.