Sveinaroyndin hjá bilmekanikarum stendur fyri broytingum í næstum. Væntandi verða broytingarnar settar í verk í komandi ári. Miðað verður eftir, at lærlingar, sum skulu standa royndina í summar ella í heyst, fara upp eftir nýggjum leisti.
Ætlanin við broytingunum er, at lærlingar skulu læra at arbeiða meira sjálvstøðugt. Tí verða tær verkligu uppgávurnar í sveinaroyndini gjørdar meira veruligar, sum ein lærlingur kann vænta sær at fáa á verkstaðnum, tá hann er liðugur at læra.
- Broytingarnar ganga út uppá, at lærlingurin skal arbeiða meira sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Soleiðis at sveinaroyndin nú líkist meira eini veruligari uppgávu, sum lærlingarnir fáa á einum verkstað, sigur Erhard Jacobsen.
Sveinaroyndin í er løtuni uppbygd soleiðis, at lærlingarnir í verkligu uppgávuni fáa at vita, hvat brekið í bilinum var. Síðani skulu teir umvæla brekið. T.d. brek í gearkassanum, sum skal gerast aftur.
Framyvir verður tað soleiðis í verkligu uppgávuni, at lærlingar ikki fáa at vita, hvat brekið er. Teir skulu sjálvur finna fram til brekið við at tosa við eigaran av bilinum, sum greiðir frá, hvør trupulleikin er. Lærlingurin skal gera arbeiðið frá byrjan til enda.
- Henda sveinaroyndin krevur eitt sindur meira av lærlinginum, og at hann arbeiðir sjálvstøðugt. Tí verður hann betri fyri, tá hann er liðugur at læra, sigur Erhard Jacobsen.
Erhard metir annars ikki, at fakliga innihaldið av útbúgvingini verður broytt stórvegis.
Undirvísingin má tillagast
Nýggja sveinaroyndin setir sjálvandi krøv til undirvísingina, sum má lagast til nýggju umstøðurnar. Størri dentur fer í framtíðini at verða lagdur á tað skrivliga arbeiðið.
- Tøkniliga menningin í bilídnaðinum broytir sjálvandi innihaldið í undirvísingini allatíðina, men broytingarnar í sveinaroyndini hava við sær, at vit mugu laga undirvísingina soleiðis, at lærlingarnir kunnu klára nýggju sveinaroyndina, sigur Eirikur Simonsen, ið dagliga starvast á Tekniska skúla.
Hesar broytingarnar eru settar í verk í Danmark, har teir hava gjørt eina kunngerð um útbúgvingina.
- Vit brúka eina danska kunngerð, har tað stendur, hvat næmingurin skal vita eftir lokna skúlagongd, meðan lesiætlanina gera lærararnir sjálvir. Vit eru sostatt á hædd við tekniskar skúlar í Danmark, og tað mugu vit eisini vera, sigur Eirikur.
Meira skrivligt
Nú fáa lærlingar spurningar til sveinaroyndina, sum teir skulu svara við multiple-choice, t.v.s. at teir skulu velja tað rætta svarið burturúr fleiri uppskotum.
Hetta verður broytt soleiðis, at næmingar sjálvir skulu seta orð á svarið og ikki bara seta ein kross við tað, teir halda vera rætt.
Eisini skulu lærlingarnir gera eina stutta, skrivliga frágreiðing um tað arbeiðið, teir hava gjørt í sveinaroyndini.
- Næmingarnir sleppa heldur lætt við tí skrivliga, sum nú er, men framyvir skulu teir sjálvir orða svarið. Í framtíðini verða størri skrivlig krøv sett einum bilmekanikara, sigur Eirikur Simonsen.
- Uppgávan hjá lærarunum verður, at vit skulu vera meira sum vegleiðarar hjá næminginum, tí teir skulu sjálvir lokalisera brekið í bilinum, sigur Eirikur Simonsen.
Eirikur Simonsen væntar eisini, at størri dentur fer í framtíðini at verða lagdur á teir elektrisku lutirnar í bili.









