Fimm teir bestu spælararnir frá í fjør hittust í Haldor Holm Cup í dag Í dag var billiardárið skotið ígongd og tað varð tað við Haldor Holm Cup í Klaksvík, har fimm teir bestu spælararnir frá í fjør vóru við.
Úrslitið var, at Hallur Joensen úr Klaksvíkar Billiardfelag vann við sløk 29 eygu í miðal, Jan Múller úr Mimir var nummar tvey við sløkum 22 eygum í miðal og Christian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billiardfelag varð nummar trý, beint aftanfyri.
Hallur Joensen vann eisini FM fyri einstaklingar í fjør.
Haldor Holm cup spælt síðani 1989 og tað er ein kapping, sum varð sett á stovn fyri at heiðra minnið um kenda klaksvíkingin, Haldor Holm, sum eisini var av ídnastu billiardspælarum
Hallur Holm er ikki bara komin sum ein komet inn í tónleikaheimin. Hann er eisini fínur billiardspælari