Føroyska U21-landsliðið tapti heili 1-6 á heimavølli ímóti Finnlandi í EM-undankappinardysti á Tórsvølli í kvøld.
Eftir dystin var annar av føroysku venjarunum, Bill Mcleod Jacobsen, sjálvsagt ikki nøgdur við føroyska avrikið. Hann helt, at hetta var ein keðiligur dagur á Tórsvølli, men vísir samstundis á, at føroyska liðið til tíðir spældi fínan fótbólt. Tó var sjálvt úrslitið fúl, etandi skomm, sum landsliðsvenjarin sjálvur orðar tað.
Ljóðsamrøðan, ið Hilmar Jan Hansen gjørdi við Bill Mcleod Jacobsen eftir dystarlok, kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.