Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton hevur fingið eina hjartaskurðviðgerð á einum sjúkrahúsi í New York. Skrivstova hansara sigur, at fyrrverandi forsetin fekk ilt fyri bróstið, og at hann bleiv fluttur á Columbia Presbyterian Hospital.
Har fekk hann ballónvíðkan, og sambært læknunum eydnaðist skurðviðgerðin væl.
Tann 63 ára gamli Bill Clinton fekk bypass-skurðviðgerð fyri seks árum síðani.
Fyrrverandi forsetin hevur havt úr at gera í seinastuni, tí tann seinasta mánaðin hevur hann verið ST-sendimaður í Haiti, sum varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta í síðsta mánað.