Bíligar leigubústaðir NÚ!

Tað verður støðugt meira eyðsýnt, hvussu illa tað stendur til á leigumarknaðinum í Føroyum. Fólk leita desperat á øllum internetsíðum og -bólkum, har íbúðir og kømur til leigu verða løgd út. Sum oftast er tað tó til fánýtis - tí einar 40 viðmerkingar um ynski at leiga somu íbúðina eru longu komnar.

Hetta førir til, at fólk síggja sær ongan annan útveg enn at flyta av landinum, tí støðan er fullkomliga vónleys, hóast politiska skipanin hevur bjóðað gull og grønar skógir. 

Eg spyrji meg sjálva; um politiski myndugleikin veruliga ynskir, at fólk ikki skulu kenna tað neyðugt at flyta av landinum, hvussu ber tað so til, at fyri at sleppa framat eini íbúð í Føroyum, mást tú kenna onkran, sum kennir onkran? 

Hvussu ber tað til, at leitar tú eftir leigubústaði, mást tú fara í gongd við leitingini í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn, tú skalt flyta inn? 

Hvussu ber tað til, at kømur á ússaligar 8 kvm fara fyri 3000 kr/mð, og íbúðir uppá 70 kvm kosta uppí 7000 kr/mð í leigu - enntá uttan forbrúk? 

Jú, málið var stórt: Bústaðir skuldi vera tann miðilin, sum skuldi bjóða góðar og bíligar íbúðir, men í staðin vórðu marglætisíbúðir bygdar, sum eingin av teimum, sum hava størsta tørvin, hava ráð at búgva í. 

Eitt tað allarfyrsta, vit mugu seta okkum fyri í komandi valskeiði, er at gera tað liviligt fyri leigarar í Føroyum. Bíligar leiguíbúðir kunnu ikki bíða - tí fyri hvønn mánað, ið gongur, er onkur, sum sigur nei takk til verandi óvirðiligu sømdir, og ja takk til útlandið, har viðurksiftini eru skipað og atgongdin til eitt heim er betri og bíligari.

Oda Strøm

Valevni fyri Sosialistisk Ung

Javnaðarflokkurin