Myndir: Heri Simonsen

Bilførari blendaður av sólini

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp við Effostøðina í Kollfjarðadali.

 

Myndir: Heri Simonsen

Tá ein bilførari skuldi snara inn á Effostøðina, verður hann blendaður av sólini og sær ikki ein mótkoyrandi bil – og bilarnir stoyta saman.

Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at eingin fólkskaði var, men at bilarnir hava fingið stóran skal og mugu flytast av staðnum. 

Eftir at bilarnir høvdu stoytt saman, rendi ein annar bilur á annan av bilunum, sum stóðu á landsvegnum. Soleiðis fingu tríggir bilar skaða.

##med2##

 

Myndir: Heri Simonsen