Bilførari ávirkaður av rúsevnum

Ein bilførari í Eysturoy varð handtikin fyri at koyra ávirkaður av kannabis, og í Vágum var eitt arbeiðsóhapp

 

Tá løgreglan í gjár kannaði bilar í Eysturoy varð ein bilførari kannaður fyri rúsevni. Royndin vísti, at hann var positivur, og tí varð hann handtikin. Hann varð skuldsettur og blóðroynd tikin.

Í Vágum varð boðað frá einum arbeiðsóhappi, har ein persónur hevði fingið skaða í hondina av einum vinkulslípara. Hann fór á sjúkrahúsið, og Arbeiðseftirlitið varð kunna um óhappið.