Vilja revsa tey sum koyra við píkadekkum í Havn

Býráðslimir í Havn vilja ikki síggja bilar við píkadekkum í býnum - og tað ætla tey at gera nakað við

Bilførar, sum koyra við píkadekkum í Havn, skulu rinda avgjald fyri tað. Ella skal tað vera heilt forboðið at koyra við píkadekkum í Havn. Tað halda fleiri býráðslimir í Havn. Tað er Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum hevur reist spurningin um at banna píkadekkum í Havn., og hann fær undirtøku frá fleiri býráðslimum.

 

Hann ásannar, at kavaruddingin var ikki nøktandi í kavanum fyrr í ár , men stig eru tikin til at bøta um tað. Og tí sigur hann, at býráðið at taka málið upp um at banna koyring við píkadekkum í Havn.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tey hava áður roynt at fáa píkadekk bannað í Havn, men tað vann ikki frama í Løgtinginum. Hann heldur, at tey, sum koyra við píkadekkum í Havn, skulu rinda eitt serligt avgjald fyri tað, tí tað gresjar vegirnar upp, umframt at tað dálkar illa. Hann nevnir sum dømi, at hóast eingin kavi hevur verið leingi, eru tað nógvir bilar, sum framvegis koyra við píkadekkum og tað gresjar asfaltið upp, Hann sigur, at hetta er eitt mál, hann fer at taka upp aftur við landsmyndugleikarnar. 

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, er samdur í, at nú er tíðin komin til at banna píkadekkum. Og eisini Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, er samd í hesum.

 

Jan Christiansen, sum hevur sæti í býráðnum í løtuni fyri, staðfestir, at tað er púra óneyðugt at koyra við píkadekkum í Havn. Tað eru nøkur heilt fá, eitt tey í Norðradali, sum hava brúk fyri píkum, men 95 prosent av bilførarunum hava ikki brúk fyri píkadekkum í Havn.

 

Hann heldur, at eitt er, at tað slítur vegirnar upp. Men tað er eisini heilsuskaðiligt, og tað er skaðiligt fyri umhvørvið. Píkadekk eru orsøkin til, at vegirnir skulu asfalterast nógv oftari enn annars, og tað elvir til nógv CO2 útlát og dálking. Hann veit eisini um ein mann, sum hevur til arbeiðis at skifta reinsifiltur á einum virki. Hann sigur, at tá ið fyrsta frostið legst um veturin, og bilar fáa píkadekk undir, er filtrið altíð krunkasvart, so illa dálka píkarnar, Og alt tað anda fólk í seg sigur hann

 

Hann heldur, at hetta er ein spurningur, sum vit eisini eiga at hugsa um í sambandi við píkadekk. Og hann heldur eisini, at spurningur um heilsuskaðar og umhvørvisdálking kann gera tað lættari at fáaa undirtøku í Løgtinginum fyri at bannað píkadekkum.