Bilførarar kunnu verða tiknir á bóli

Nú er ólógligt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku

Frá 1. desember verður ikki longur loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku.

Hetta var ein regla, sum kom í gildi í fjør og forboðið er í gildi frá 1. desember til 30. apríl.

Hóast tað kom í gildi í fjør, vóru tað ikki allir bilførarar, sum høvdu fingið tað við og tískil verður enn einaferð mint á, at tað er eitt lógarkrav, at bilurin er væl skøddur.

Annars hevur eingin lóg forðað bilførarin at koyra við summardekkum, sama, hvussu hált tað er.

 

Men frá 1. desember til 30. apríl er bara loyvt at koyra við vetrardekkum, tá ið vandi er fyri hálku, uttan so at bilurin eisini hevur ketur undir.                        

 

Í veruleikanum merkir hetta, at er vandi fyri hálku hálku, skal bilurin vera skøddur við vetrardekkum, sum eru merkt M+S, MS, M&S, M-S, ella Mud and Snow og mynstrið skal vera minst tríggjar millimetrar.

Hin møguleikin er at seta ketur undir bilin, hvørja ferð vandi er fyri hálku.

Tað er tó framvegis loynt at koyra við píkadekkum frá 1. desember til 30. apríl

Akstovan metir, at tað fer at minka um talið á álvarsligum ferðsluóhappum, at tað nú er ólógligt at koyra við summardekkum.