Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við sløktum baklyktum. Tað var um klokkan 21.30 í gjárkvøldið, at bilførarin var tikin við sløktum lyktum, og tá er so mikið myrkt, at tær eiga at verða tendraðar. Og tað fær bilførarin 500 krónur í bót fyri.
Løgreglan er nú farin í hernað ímóti bilførarum, sum koyra við sløktum baklyktum. Summir bilar eru nevniliga gjørdir soleiðis, at baklyktirnar tendra ikki av sær sjálvum, og tí má bilførarin sjálvur minnast til at gera tað.
Men tað hendir seg meiri enn so, at bilførarar gloyma alt um baklyktirnar, og tað er ein álvarligur vandi í ferðsluni, tá ið tað er myrkt, mjørki, regn og ringt sýni annars. Tí hava Løgreglan og Ráðið fyri Ferðslutrygd nú avtalað at fara undir eitt átak fyri at minna bilførarar á at tryggja sær, at baklyktirnar eru tendraðar.
Les eisini: Nú fer løgreglan undir eitt nýtt átak ímóti bilførarum
Í hesum sambandi fer løgreglan miðvíst eftir bilførarum, sum koyra við sløktum baklyktum, og tað var í hesum sambandi, at bilførarin fekk bót í gjárkvøldið, men átakið hjá løgreguni heldur fram í eina tíð afturat.